• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Onkuntíð fáa fiskarnir á Sjósavninum sær sjálvir at eta. Her hevur blettuta hornabrosma tikið eitt krutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Onkuntíð fáa fiskarnir á Sjósavninum sær sjálvir at eta. Her hevur blettuta hornabrosma tikið eitt krutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

At fóðra fiskunum

April 23, 2017

Fiskurin á Sjósavninum verður fóðraður 2 ferðir um vikuna. Tað er nóg mikið, men tó plaga tey á savninum at geva fiskunum eitt sindur at eta, tá ið skúlaflokkar og aðrir bólkar vitja. Fiskarnir fáa mest høgguslokk og hvítingsbróður at eta. Onkuntíð fáa teir eisini nebbasild.

Smáfiskurin skal tó hava at eta hvønn dag.

Fóður verður hagreitt. Høgguslokkur skal reinsast so hann dálkar minni, tá ið hann kemur í fiskabúrini. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Fóður verður hagreitt. Høgguslokkur skal reinsast so hann dálkar minni, tá ið hann kemur í fiskabúrini. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

So er klárt at geva fiskunum at eta. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

So er klárt at geva fiskunum at eta. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Av og á fær Sjósavnið fóður frá skipum, men onkuntíð fer starvsfólkið út við glúpi at veiða, og onkuntíð má fóður keypast.

Smáu fiskunum dámar væl at fáa livandi mysidur at eta. Mysidur eru smá krabbadýr, sum minna nógv um rækjur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Smáu fiskunum dámar væl at fáa livandi mysidur at eta. Mysidur eru smá krabbadýr, sum minna nógv um rækjur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Hýsuyngul veiðir mysidu. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Hýsuyngul veiðir mysidu. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

11 mánaðir uttan at eta!

Fiskar kunnu liva leingi uttan at eta. Til dømis fekk Sjósavnið einaferð nøkur stór sjósíl, sum onki vildu eta, fyrr enn 11 mánaðir vóru gingnir.

Tað ganga vanliga nógvir dagar, áðrenn fiskar, ið koma á Sjósavnið, fáast at eta.

Tvíprikkutur stubbi etur eina rækju. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tvíprikkutur stubbi etur eina rækju. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

In Føroya Sjósavn Tags sjósavn, fóður, fóðra, mysid, høgguslokkur
← At flyta dýrHvat er eitt rørikar? →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna