• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Bertáknur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Bertáknur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Bertákna

April 2, 2017

Bertáknur eru millum litríkastu dýrini í havinum. Tær eru at finna í øllum heimsins høvum heilt úr vatnskorpuni og niður á meira enn 700 m dýpi. Fleiri enn 3 .000 sløg eru funnin higartil.

Bertáknur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Bertáknur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Bertáknur, sum hylja seg

Flestu sløg av bertáknu liva á botni. Summi sløg líkjast umhvørvinum í liti fyri at lumpa fíggindar, og onnur sløg hava bjartar litir og mynstur, so fíggindin skal halda bertáknurnar vera eitrandi.

Henda bertáknan líkist einari plantu. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Henda bertáknan líkist einari plantu. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Bertákna er tvíkynd, tað vil siga, at tær hava gøgn at nørast við hjá báðum kynum. Kortini kann bertákna ikki troða seg sjálva. 

Bertáknuegg. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Bertáknuegg. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Bertáknuegg. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Bertáknuegg. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Eitt føroyskt bertáknuslag

Fyrstu ferð henda bertáknan varð sædd í Føroyum, var í juni 1899. Bertáknan, sum varð funnin í Dýpinum millum Stong og Eystnes, fekk navnið Polycera faeroensis. Onnur sløg, sum eru nær í ætt við bertáknuna, eru um 20­-25 mm til longdar, har sum føroyska slagið er upp í 45
mm langt.

Polycera faeroensis. Mynd: Helgi Winther Olsen, Føroya Sjósavn

Polycera faeroensis. Mynd: Helgi Winther Olsen, Føroya Sjósavn

In Krabbadýr Tags bertákna, litur, hylja
← AgngággaFjørukrabbi →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna