• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Agngágga á ferð. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Agngágga á ferð. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Agngágga

April 4, 2017

Agngágga er vanlig á sandbotni og hellubotni, har dýpið er um 10 metrar.

Hon dugir ikki at svimja, men hon skríður á fótinum, sum hevur sterkar vøddar.

Tá ið agngágga leitar sær føði, skríður hon eftir botninum eftir dýrum, sum sita still.

Eitt satt rovdýr

Agngágga er rovdýr. Hon etur fisk á gørnum og drepur onnur dýr, t.d. krækling.

Hon leggur seg millum skeljarnar á kræklingi, tá ið hann liggur og sílar sjógv. Kræklingurin fær ikki skeljarnar saman og verður etin.

Tá ið agngágga etur, toyggir hon sevilin út. Sevilin er ein partur av munninum. Inni í sevlinum er rívitungan.

Sevilin er um 20 cm langur, tá ið hann er toygdur út!

Streymgágga líkist agngággu, men hevur slætta gágguskel. Streymgágga er eisini á størri dýpi enn agngágga. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Streymgágga líkist agngággu, men hevur slætta gágguskel. Streymgágga er eisini á størri dýpi enn agngágga. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Gággunegl

Verður agngágga tikin upp úr sjónum ella órógvað, fer dýrið inn í gágguskelina og leggur lok fyri opið. Lokið nevnist gággu­negl.

Gágguneglin er úr kálki og klødd við evni, ið líkist horni. Tá ið vandin er av, kemur fóturin út aftur.

Í gágguneglini kanst tú telja árringarnar og síggja, hvussu gomul gággan er. 

Lættisoppur

Agngágga gýtir eggini í smá hylki, sum hon sjálv hevur gjørt. 1.000 egg eru í hvørjum hylki.

Øll hylkini eru kleimd saman í trunkar, sum eita lættisoppar.

Bara 30 ungar verða klaktir í hvørjum hylki. Teir eta øll hini eggini. Síðan eta teir sterku ungarnir teir veiku. Tá ið av tornar, koma bara 1­-10 smá­ar gággur úr hvørjum hylki. 

Lættisoppur er vanligur at síggja í fjøruni. Hyggur tú í hylkini, sært tú mestur smáar gággur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Lættisoppur er vanligur at síggja í fjøruni. Hyggur tú í hylkini, sært tú mestur smáar gággur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

In Krabbadýr Tags agngágga, kræklingur, streymgágga, lættisoppur, gággunegl, sevil, árringur, fótur
← ÆðaBertákna →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna