• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Áttaermdur høgguslokkur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Áttaermdur høgguslokkur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Høgguslokkur

March 25, 2017

Høgguslokkur er lindýr. Hann hevur ongar liðir, og kroppurin er bleytur og sliputur. Høgguslokkar kunnu hava 8 ella 10 armar.

Tíggjuermdur høgguslokkur

Tíggjuermdur høgguslokkur gongur í torvum uppi í sjónum. Á høvdinum hevur hann stór eygu og 10 armar. Tveir av ørmunum eita tøkuarmar og eru longri enn hinir. Um kroppin er ein kápa, sum bara er fest á bakinum. Tá ið høgguslokkur svimur, fyllir hann kápuna við sjógvi, og tá ið hann sprænir sjógvin út aftur, fýkur hann av stað aftureftir.

Føðin hjá grindahvali er eina­ mest tíggjuermdur høgguslokku. Høgguslokkur sjálvur etur mest krabbadýr og hummara. 

Ungi hjá tíggjuermdum høgguslokki. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Ungi hjá tíggjuermdum høgguslokki. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Áttermdur høgguslokkur

Áttermdur høgguslokkur heldur til á botni, har hann krógvar seg og lúrir eftir føði. Hann brúkar armarnar at hála seg fram við og at taka fongin við. Allir átt­ermdir høgguslokkar eru eitrandi, men bara eitt slag er lívshættisligt fyri fólk – og tað livir ikki undir Føroyum.

Kennir høgguslokkur seg hóttan, sprænir hann eina svarta evju út í sjógvin at ræða ella ørkymla fíggindan. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Kennir høgguslokkur seg hóttan, sprænir hann eina svarta evju út í sjógvin at ræða ella ørkymla fíggindan. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Hevur nev! 

Millum longu armarnar hevur høgguslokkur ein stóran kjaft við tveimum kjaftlimum úr horni og rívitungu. Kjaftlimirnir líkjast øvutum ránsfugla­ nevi.  

Kjaftlimirnir á høgguslokki líkjast øvutum ránsfugla­ nevi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Kjaftlimirnir á høgguslokki líkjast øvutum ránsfugla­ nevi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Nærmynd av kjaftinum á høgguslokki. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Nærmynd av kjaftinum á høgguslokki. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Ein forvitin snigil

Høgguslokkur er forvitin og eisini lærinemmur. Í filminum niðanfyri sært tú ein kavara í sjónum út fyri kanariuoyggjarnar, sum helst hevur fingið sær ein nýggjan vin. Áttaermdi høgguslokkurin eygleiddi kavaran gjølla, áðrenn hann kom og setti seg á hondina hjá henni. Men kanska var tað í so spennandi, tí fleiri ferðir svimur høgguslokkurin vekk, men kemur so kortini aftur. Filmurin er frá nationalgeographic.com

In Krabbadýr, Lindýr Tags høgguslokkur, lindýr, í sjónum, grindahvalur
← HummariJákupsskel →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna