• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Jákupsskel. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Jákupsskel. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Jákupsskel

March 22, 2017

Skelin á jákupsskel er ruflut, tunn og brotnar lætt. Hon kann vera ymisk á liti, ljósareyð, brún, appilsingul ella gul við ymiskum mynstri á.  

Jákupsskel hevur eygu allan­ vegin eftir kápurondini. Hon verður um 9 cm long máld úr hongslinum til kantin. 

Jákupsskel etur æti og er vanlig á sandbotni og skelja­botni úr fjøruni og niður á 200 m dýpi. Hon er tó funnin heilt niður á 400 m dýpi.

Jákupsskel hevur eygu allan­ vegin eftir kápurondini.Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Jákupsskel hevur eygu allan­ vegin eftir kápurondini.Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Dugir at svimja

Jákupsskel er eitt av teimum fáu skeljadýrunum, sum dugir at svimja.

Hon sýgur vatn inn millum skelj­arnar, slær skeljarnar saman og fer soleiðis sendandi av stað gjøgnum sjógvin.  

Síggj niðanfyri, hvussu tað sær út, tá ið jákupsskel svimur.

In Krabbadýr Tags jákupsskel, í taraskóginum, í fjøruni, skeljadýr
← HøgguslokkurKrossfiskur →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna