• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Hvítingur etur krabbadýr og fisk, eitt nú nebbasild, hvítingsbróður og sild, men eisini minni hvíting! Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Hvítingur etur krabbadýr og fisk, eitt nú nebbasild, hvítingsbróður og sild, men eisini minni hvíting! Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Hvítingur

February 17, 2017

Hvítingur er mest á sjálvum landgrunninum. Hann gýtir eini 150.000­ - 1.000.000 rogn­korn. Fyrstu tíðina eru larv­urnar nær botninum, men seinni fara tær longri upp í sjógvin.

Góð verja

Vanligt er at síggja hvítingsyngul undir hvalspýggjuni, gullbrandi. Millum eitur­-træðrirnar á hvalspýggj­uni er ynglið væl vart fyri fíggindum. 

Átufrekur

Hvítingur er átufrekur og ránsfiskur. Hann hevur langan kjaft og fleiri tanngarðar við spískum tonnum, sum eru góðar at halda einum fiski, ið ger um seg.

Hann etur krabba­ dýr og fisk. Men so hvørt, sum hann veksur, etur hvít­ingur meiri og meiri fisk, eitt nú nebbasild, hvítingsbróður og sild, men eisini minni hvíting! 

Hvítingur verður um 20 ára gamal.

In Fiskur Tags hvítingur, fiskaslag, hvalspýggja, tenn, í sjónum

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna