Hvítingur er mest á sjálvum landgrunninum. Hann gýtir eini 150.000 - 1.000.000 rognkorn. Fyrstu tíðina eru larvurnar nær botninum, men seinni fara tær longri upp í sjógvin.
Góð verja
Vanligt er at síggja hvítingsyngul undir hvalspýggjuni, gullbrandi. Millum eitur-træðrirnar á hvalspýggjuni er ynglið væl vart fyri fíggindum.
Átufrekur
Hvítingur er átufrekur og ránsfiskur. Hann hevur langan kjaft og fleiri tanngarðar við spískum tonnum, sum eru góðar at halda einum fiski, ið ger um seg.
Hann etur krabba dýr og fisk. Men so hvørt, sum hann veksur, etur hvítingur meiri og meiri fisk, eitt nú nebbasild, hvítingsbróður og sild, men eisini minni hvíting!
Hvítingur verður um 20 ára gamal.