• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
kjaftsvartur_kongafiskur.jpeg

Kjaftsvartur kongafiskur

February 11, 2017

Kongafiskur er í ætt við krutt og knurrhana. Hann er eins og teir hvassur og harður og hevur píkar á høvdinum.

Kjaftsvartur kongafiskur sæst úr 50 m dýpi og niður á 1100 m. Hann hevur ikki sundmaga, og tí er ongin trupulleiki at hála hann upp úr dýpinum.

Eins og aðrir kongafiskar er kjaftsvarti kongafiskur eisini reyðligur um bakið, men tað, sum skilir hann frá hinum kongafisk­unum undir Føroyum, er, at hann hevur blásvartan góma.

Kjaftsvarti kongafiskur missur reyða litin, tá ið hann hevur verið á Sjósavninum eina tíð. Sí mynd omanfyri!

Gera ljóð!

Royndir hava víst, at fiskur kann gera ljóð. Hann hevur ikki raddarbond, men kann gera ljóð við sundmaganum ella kjálkunum. Knurrhani hevur fingið navn sítt, tí hann dugir at knurra. Fleiri aðrir fiskar gera eisini ljóð, tá ið teir leita eftir føði ella makast. 

Kjaftsvartur kongafiskur
Kjaftsvartur kongafiskur

Kjaftsvarti kongafiskur missur reyða litin, tá ið hann hevur verið á Sjósavninum eina tíð. Konga­ fiskurin til høgru hevur verið á savninum í umleið eitt ár. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn. 

Knurrhani
Knurrhani

Knurrhani hevur fingið navn sítt, tí hann dugir at knurra. Fleiri aðrir fiskar gera eisini ljóð, tá ið teir leita eftir føði ella makast. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Kjaftsvartur kongafiskur
Kjaftsvartur kongafiskur

Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

In Fiskur Tags kjaftsvartur kongafiskur, knurrhani, fiskaslag, krutt, í sjónum

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna