Hornabrosma

6 sløg av hornabrosmu eru undir Føroyum. Hornabrosmur eru langar og eitt sindur tjúkkar.

Umframt finnuna á lippuni hava hornabrosmur horn á gronini, millum 2 - 4 horn. Tað eru hesi hornini, sum hava givið henni navnið.

Hornabrosma er vanliga í fjøruni í taranum og sjáldan djúpri enn 20 m. Hon er vanliga um 25 cm long, men verður tó upp í 45 cm. 

Blettut hornabrosma. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Blettut hornabrosma. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Blettuta hornabrosma

Blettuta hornabrosma er størsta hornabrosman. Hon verður upp í 60 cm long, men tann størsta, sum er veidd undir Føroyum, var tó minni og var 45 cm long. 

Hon er rættiliga eyðkend við. Hon er tann ‘reyðasta’ av hornabrosmunum. Hon er reyð ella reyðbrún um bakið og ljósareyð undir búkinum. Og so hevur hon stórar, myrkabrúnar blettir á høvdinum, bulinum og stertinum.

Blettuta hornabrosman er eisini at finna í fjøruni og út á 130 m dýpi.

Onkuntíð fáa fiskarnir á Sjósavninum sær sjálvir at eta. Her hevur blettuta hornabrosma tikið eitt krutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn. 

Onkuntíð fáa fiskarnir á Sjósavninum sær sjálvir at eta. Her hevur blettuta hornabrosma tikið eitt krutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn. 

Krutt (Ulka)

Fáum dámar at fáa krutt á seiðabergi. Tindarnir og útsjóndin yvirhøvur gera tað heldur ljótt og ótespiligt.

Krutt er ikki eitrandi, men stingur tú teg av einum tindi, so tekur tað ofta ilt fyri seg.

Krutt er í ætt við kongafisk og knurrhana. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Krutt er í ætt við kongafisk og knurrhana. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Krutt hoyrir til spordrekafiskarnar eins og kongafiskur og knurrhani. Hesir fiskar eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvdið og bulin, og eru hvassir og harðir fiskar.

Øll sløg av krutti eru heldur smá. Minsta slagið, lítla krutt, verður í mesta lagi 7,4 cm langt og størsta slagið, krutt, 25 cm langt. 

 

Fakta:

  • Navn: Krutt (ulka)
  • Longd: 15-­25 cm
  • Aldur: 10 ár
  • Livistaður: í fjøruni og út á 250 m dýpi 

 

Grønakrutt. Sjálvt um tað eitur grønakrutt, hava grøna­kruttini, sum hava verið á Sjósavninum, oftast verið gul, ljósareyð, reyð ella brún­grá.Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Grønakrutt. Sjálvt um tað eitur grønakrutt, hava grøna­kruttini, sum hava verið á Sjósavninum, oftast verið gul, ljósareyð, reyð ella brún­grá.Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Grønakrutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Grønakrutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn