• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Flatfiskur sum tunga, skrubba og hvasskvoysa dugir væl at broyta lit og mynstur, so hann fellir saman við botninum. Tað er sjónin á fiskinum, sum stýrir litskiftinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Flatfiskur sum tunga, skrubba og hvasskvoysa dugir væl at broyta lit og mynstur, so hann fellir saman við botninum. Tað er sjónin á fiskinum, sum stýrir litskiftinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Tunga

January 15, 2017

Tungu er flatfiskur. Henni dámar best harðan botn ella grovan sand. Hon livir í taraskóginum og niður á 220 m dýpi.

Tunga er støðufastur fiskur. Við at merkja fiskin sæst, at tunga inni á firðunum verður verandi har, og at tunga, sum er úti á landgrunninum og bankunum, fer við streyminum kring oyggjarnar vestureftir.

Tunga veksur seint. Hon etur ormar, krossfiskar, slangu­stjørnur og smá krabbadýr. Tá ið tunga verður fóðrað á sjó­savni, hoyrist tað, tá ið hon tekur um fongin. Men hon er varin, tá ið hon etur og er løtt at órógva. Bara okkurt rørist nær hjá, steðgar hon á. Tað tekur tí langa tíð at fóðra tungu.

Tunga verður í mesta lagi 67 cm long, men er vanliga 30­-45 cm long. 

In Fiskur Tags tunga, fiskaslag, krossfiskur, slangustjørna, krabbadýr, í taraskóginum, í sjónum

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna