Lúsakrabbi livir á størri dýpi enn vanligi fjørukrabbin. Lúsakrabbi hylur seg við at pynta seg við tara. Hann tekur leys tara petti við bitklónum og setur tey upp á skelina. Á skelini eru smáar bustir við króki á, sum halda tarapettunum føstum. Tarin fer at vaksa og festir seg. Og tað man rigga, tí í maganum á fiski er ikki so nógvur lúsakrabbi at finna sum fjørukrabbi.
Lúsakrabbi heldur til, har nógvur krossfiskur er. Lúsakrabbin er átufrekur og setur á ein krossfiskaarm, meðan hann heldur honum við bitklónum. Tá brýtur krossfiskurin armin av sær og rýmir. Eftir liggur lúsa krabbin og etur armin.
Hann ella hon?
Vilt tú vita kynið á krabba, skalt tú hyggja undir afturkroppin á honum. Er halin spískur, er tað eitt kalldýr. Er hann rundur, er tað eitt kvenndýr. Munurin kemst av, at honin ber eggini undir halanum. Breiðari halin er, jú fleiri egg fær hon bori .
Lúsakrabbi
- Longd: 67 cm breiður, 10 cm langur
- Litur: reyður, brúnur, grønur ella gráligur
- Livistaður: á hellubotni ella sandbotni