• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Nebbaskøta
Nebbaskøta

Nebbaskøta verður vanliga 80-105 cm long. Hon er grálig um bakið og hvít undir búkinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Nebbaskøta
Nebbaskøta

Nebbaskøta verður vanliga 80-105 cm long. Hon er grálig um bakið og hvít undir búkinum. ynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Nebbaskøta
Nebbaskøta

Nebbaskøta verður vanliga 80-105 cm long. Hon er grálig um bakið og hvít undir búkinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Nebbaskøta
Nebbaskøta

Nebbaskøta verður vanliga 80-105 cm long. Hon er grálig um bakið og hvít undir búkinum. ynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Naglaskøta
Naglaskøta

Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Tindaskøta
Tindaskøta

Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Skøta

February 3, 2017

Skøtur eru nær í ætt við háv, tí bæði eru bróskfiskar. Skøtur eru flatar, hava spíska gron og ein langan hala, sum er settur við píkum. Undir Føroyum eru skøtur bara í sjónum, men aðrastaðni eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í ósum.

Naglaskøta verður 120 cm long. Hon er rættiliga sprøklut. Oman eftir bak­ inum og á halanum hevur hon stórar píkar. Píkarnir eru ikki eitrandi, men kunnu tó stinga og skaða. Tá ið naglaskøta makast, bítur kallfiskurin fast í ravarnar á kvennfiskinum. Eftir gitnaðin leggur kvenn­ fiskurin eggini á botnin.

Inni í egginum livir ungin av blommuni. 4­5 mánaðir seinni, tá ið blomman er uppi, brýtur ungin seg úr egginum. Onkuntíð síggjast tóm skøtu­ egg í fjøruni og á sandinum. 

Næstan hótt

Skøta sær út, sum hevur hon veingir; teir verða nevndir ravar. Ravarnir á naglaskøtu eru væl dámdur matur aðrastaðni, og tí verður nógv fiskað av henni, so nógv, at hon nú um at vera hótt.

Í Føroyum er skøta ikki vanligur matur. 

In Fiskur Tags skøta, naglaskøta, tindaskøta, nebbaskøta, bróskfiskur, fiskaslag, í sjónum

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna