Skøtur eru nær í ætt við háv, tí bæði eru bróskfiskar. Skøtur eru flatar, hava spíska gron og ein langan hala, sum er settur við píkum. Undir Føroyum eru skøtur bara í sjónum, men aðrastaðni eru nøkur sløg bæði í feskum vatni og í ósum.
Naglaskøta verður 120 cm long. Hon er rættiliga sprøklut. Oman eftir bak inum og á halanum hevur hon stórar píkar. Píkarnir eru ikki eitrandi, men kunnu tó stinga og skaða. Tá ið naglaskøta makast, bítur kallfiskurin fast í ravarnar á kvennfiskinum. Eftir gitnaðin leggur kvenn fiskurin eggini á botnin.
Inni í egginum livir ungin av blommuni. 45 mánaðir seinni, tá ið blomman er uppi, brýtur ungin seg úr egginum. Onkuntíð síggjast tóm skøtu egg í fjøruni og á sandinum.
Næstan hótt
Skøta sær út, sum hevur hon veingir; teir verða nevndir ravar. Ravarnir á naglaskøtu eru væl dámdur matur aðrastaðni, og tí verður nógv fiskað av henni, so nógv, at hon nú um at vera hótt.
Í Føroyum er skøta ikki vanligur matur.