Rækja livir á botni og er at finna víða um bæði í feskum vatni og í sjógvi. Rækjur í feskum vatni kunnu gerast upp í 35 cm langar, og tær í sjónum verða heldur minni.
Á liti eru rækjur eisini rættiliga ymiskar. Summar eru gjøgnumskygdar, aðrar grá-brúnar ella reyðar, og summar hava mynstur.
Rækja hevur langan kropp og tveir stórar kampar á høvdinum. Hon hevur long og kløn bein at ganga á, og á afturkroppinum sterk bein at svimja við. Hon hevur tunna skel og ein tein í pannuni. Teinurin er oftast sag-tentur.
Stóran vinnuligan týdning
Grønlandsrækja er á 50-500 m dýpi í norðara parti í Atlantshavinum og Kyrrahavinum. Hon er reyð, hevur ein langan tein í pannuni og verður um 16 cm long.
Grønlandsrækja hevur stóran vinnuligan týdning. Fleiri hundraðtúsund tons verða fiskað árliga.
Undir Føroyum er eitt slag, sum er í ætt við grønlandsrækju. Hon eitur reyðrípurækja og sæst eisini inni á grunnum vatni inni við land. Á Sjósavninum plaga tey at fáa hana við glúpi og rúsu.
Decapodur?
Ert tú eitt krabbadýr við 10 beinum, harav 2 kunnu hava bitklógv, hoyrir tú til decapodurnar. Deca- merkir tíggju, og -poda merkir bein. Rækja, krabbi og hummari eru øll decapodur.