Rækja

Rækja livir á botni og er at finna víða um bæði í feskum vatni og í sjógvi. Rækjur í feskum vatni kunnu gerast upp í 35 cm langar, og tær í sjónum verða heldur minni.

Á liti eru rækjur eisini rættiliga ymiskar. Summar eru gjøgnumskygdar, aðrar grá-brúnar ella reyðar, og summar hava mynstur.

 Reyðrípurækja hevur fingið navn sítt frá reyðu strípunum á skelini. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Reyðrípurækja hevur fingið navn sítt frá reyðu strípunum á skelini. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Rækja hevur langan kropp og tveir stórar kampar á høvdinum. Hon hevur long og kløn bein at ganga á, og á afturkroppinum sterk bein at svimja við. Hon hevur tunna skel og ein tein í pannuni. Teinurin er oftast sag-tentur.

 Rækja svimur frameftir, og kennir hon seg hótta, skjýtur hon seg aftureftir sum eitt skot. Hon brúkar sterku beinini á afturkroppinum at svimja við. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Rækja svimur frameftir, og kennir hon seg hótta, skjýtur hon seg aftureftir sum eitt skot. Hon brúkar sterku beinini á afturkroppinum at svimja við. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Stóran vinnuligan týdning

Grønlandsrækja er á 50-500 m dýpi í norðara parti í Atlantshavinum og Kyrrahavinum. Hon er reyð, hevur ein langan tein í pannuni og verður um 16 cm long.

Grønlandsrækja hevur stóran vinnuligan týdning. Fleiri hundraðtúsund tons verða fiskað árliga.

Undir Føroyum er eitt slag, sum er í ætt við grønlandsrækju. Hon eitur reyðrípurækja og sæst eisini inni á grunnum vatni inni við land. Á Sjósavninum plaga tey at fáa hana við glúpi og rúsu. 

 Reyðrípurækja. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Reyðrípurækja. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Decapodur? 

Ert tú eitt krabbadýr við 10 beinum, harav 2 kunnu hava bitklógv, hoyrir tú til decapodurnar. Deca- merkir tíggju, og -poda merkir bein. Rækja, krabbi og hummari eru øll decapodur. 

 Tú kanst fanga rækju við glúpi fram við landi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tú kanst fanga rækju við glúpi fram við landi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

 Rækja er tvíkynjað, t.v.s. at hon er bæði hon og hann. 2-4 tey fyrstu árini av lívi sínum er rækja kalldýr, men broytist síðan til kvenndýr.. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Rækja er tvíkynjað, t.v.s. at hon er bæði hon og hann. 2-4 tey fyrstu árini av lívi sínum er rækja kalldýr, men broytist síðan til kvenndýr.. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn