Kalvi hevur stórt høvd, stóran kjaft og smá eygu. Hann er dýrur fiskur, og tí verður nógv roynt eftir honum.
Kalvi er eisini heimsins størsti flatfiskur. Hann verður upp í 365 cm langur, kanska longri. Vanlig longd er tó 50-200 cm.
Kalvi svimur bæði nær landi og út á 1000 m dýpi ella djúpari. Hann livur av krabba og fiski, men etur alt, sum hann klárar at fanga - eisini fugl sum lunda og mása.
Høgravendur flatfiskur
Kalvi er, eins og skrubba, tunga og reyðsprøka, høgravendur. Síðan, har eyguni eru, er myrk og vendir upp. Hon verður ofta nevnd bakið, hóast hon í veru leikanum er síðan á fiskinum. Síðan við ongum eygum er ljós og vendir niður.
Onkuntíð hendir tað, at flatfiskur ikki vendir røttu síðuna upp, t.d. at ein kalvi vendir vinstru síðu upp. Ein slíkur kalvi nevnist rangur kalvi.