Kalvi

Kalvi hevur stórt høvd, stóran kjaft og smá eygu. Hann er dýrur fiskur, og tí verður nógv roynt eftir honum. 

Kalvi er eisini heimsins størsti flatfiskur. Hann verð­ur upp í 365 cm langur, kanska longri. Vanlig longd er tó 50-200 cm.

Kalvi svimur bæði nær landi og út á 1000 m dýpi ella djúpari. Hann livur av krabba og fiski, men etur alt, sum hann klárar at fanga - eisini fugl sum lunda og mása.

 Kalvi er heimsins størsti flatfiskur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Kalvi er heimsins størsti flatfiskur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Høgravendur flatfiskur

Kalvi er, eins og skrubba, tunga og reyðsprøka, høgra­vendur. Síðan, har eyguni eru, er myrk og vendir upp. Hon verður ofta nevnd bakið, hóast hon í veru­ leikanum er síðan á fisk­inum. Síðan við ongum eygum er ljós og vendir niður.

Onkuntíð hendir tað, at flatfiskur ikki vendir røttu síð­una upp, t.d. at ein kalvi vend­ir vinstru síðu upp. Ein slíkur kalvi nevnist rangur kalvi.

 Kalvi er dýrur fiskur, og tí verður nógv roynt eftir honum. Mynd: Savnsmynd / iStockphoto

Kalvi er dýrur fiskur, og tí verður nógv roynt eftir honum. Mynd: Savnsmynd / iStockphoto