Fleiri sløg av stubba eru til. Hetta eru smáir fiskar úr 5 til 15 cm langir. Stubbarnir eru føði hjá øðrum fiskasløgum, sum halda til í taranum.
Tvíprikkutur stubbi er sjáldsama vakur fiskur og líkist einum tropiskum fiski. Hóast hann livir í taranum fram við landi, eru tað ikki nógv, sum hava sæð hann
Tvíprikkutur stubbi verður vanliga umleið 6 cm langur. Hann er reyðbrúnur við fýra ljósum strípum tvørtur um bakið.
Ein svartur blettur á síðuni beint framman fyri stertin er eitt, ið eyðkennir tvíprikkuta stubba. Teir hava eisini ein kámari blett longri frammi, men hann sæst ofta ikki á kvennfiskinum.
Tvíprikkutur stubbi hevur fingið navn sítt frá hesum báðum blettunum.
Fakta:
- Navn: Tvíprikkutur stubbi
- Longd: 6 cm
- Aldur: 2 ár
- Livistaður: í taranum, í mesta lagi á 10 m dýpi
- Egg: í mesta lagi 100