Krutt (Ulka)

Fáum dámar at fáa krutt á seiðabergi. Tindarnir og útsjóndin yvirhøvur gera tað heldur ljótt og ótespiligt.

Krutt er ikki eitrandi, men stingur tú teg av einum tindi, so tekur tað ofta ilt fyri seg.

 Krutt er í ætt við  kongafisk  og knurrhana. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Krutt er í ætt við kongafisk og knurrhana. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Krutt hoyrir til spordrekafiskarnar eins og kongafiskur og knurrhani. Hesir fiskar eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvdið og bulin, og eru hvassir og harðir fiskar.

Øll sløg av krutti eru heldur smá. Minsta slagið, lítla krutt, verður í mesta lagi 7,4 cm langt og størsta slagið, krutt, 25 cm langt. 

 

Fakta:

  • Navn: Krutt (ulka)
  • Longd: 15-­25 cm
  • Aldur: 10 ár
  • Livistaður: í fjøruni og út á 250 m dýpi 

 

 Grønakrutt. Sjálvt um tað eitur  grønakrutt , hava grøna­kruttini, sum hava verið á Sjósavninum, oftast verið gul, ljósareyð, reyð ella brún­grá.Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Grønakrutt. Sjálvt um tað eitur grønakrutt, hava grøna­kruttini, sum hava verið á Sjósavninum, oftast verið gul, ljósareyð, reyð ella brún­grá.Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

 Grønakrutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Grønakrutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn