Á Sjósavninum eru nógv ymisk dýr savnað í kørum og fiskabúrum. Tað er stuttligt at hyggja at dýrunum, meðan tey svimja og skríða og krúpa runt.
Men har er er eisini eitt røri-kar, har vitjandi sleppa at nerta og taka í krabbar, skeljar, gággur, trælsrassar og annað.
Teimum vitjandi dámar sera væl langa rørikarið, og at nerta við dýrini og kanna tey nærri.
Krabbar eru spennandi, og í langa rørikarinum eru smáir krabbar: fjørukrabbi, lúsakrabbi og gággukrabbi. Hesir krabbarnir bíta ikki so fast.
Teir stóru krabbarnir, reyðkrabbi, trøllakrabbi og heksakrabbi eru í teimum stóru kørunum – og onkrir teirra kunnu bíta ógvuliga fast!
Í rørikarinum eru eisini ymisk skeljadýr so sum øða, kræklingur og jákupsskel.
Krossfiskur er átufrekur og má tí takast úr rørikarinum um náttina, annars etur hann jákupsskeljarnar. Onnur tindadýr, igulker og trælsrassar kunnu vera í karinum alla tíðina.
Um náttina má lok verða lagt á rørikarið, tí annars rýma krabbarnir og kúvingarnir.
Lita ein háv
Ymiskar uppgávur liggja altíð frammi til tey vitjandi á Sjósavninum at loysa. T.d. kanst tú lita ein háv, set røttu nøvnini á myndirnar ella finna røttu fiskarnar.