• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Børn hyggja at, meðan granskarin skerur fisk upp og greiðir frá. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Børn hyggja at, meðan granskarin skerur fisk upp og greiðir frá. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Skúlatænasta og Savnsfagnaður

April 21, 2017

Skúlaflokkar og aðrir bólkar kunnu vitja Sjósavnið. Ein savnslærari er á savninum, sum greiðir frá og vísir fram.

Um t.d. ein flokkur arbeiðir við eini verkætlan um havið, ber til at gera avtalu við Sjósavnið um at vísa fram okkurt serligt. Tað kann til dømis vera, hvussu eitt fiskabúr verður innrættað, at hyggja nærri at kræklingatyssum við nógvum smádýrum í ella at skera sundur og kanna fisk.

Næmingar kanna kræklingatyssi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Næmingar kanna kræklingatyssi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Nógv ymisk smá dýr eru at finna millum kræklingarnar. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Nógv ymisk smá dýr eru at finna millum kræklingarnar. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Savnsfagnaður

Síðstu árini hevur savnsfagnaður verið hildin í heystfrítíðini. Sjósavnið er eisini við, og tá plaga um 2.000 fólk at vitja savnið teir fimm dagarnar, fagnaðurin er.

Nógv spennandi er at síggja og kanna, tá ið Savnsfagnaður er. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Nógv spennandi er at síggja og kanna, tá ið Savnsfagnaður er. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

In Føroya Sjósavn Tags sjósavn, skúlatænasta, savnsfagnaður
← Hvat er eitt rørikar?Tindadýr →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna