Ótrúliga nógv ymisk ryggleys dýr halda til í sjónum við Føroyar. Ryggleys dýr hava onga beinagrind og tí heldur ongan rygg.
Gongur tú í fjøruni, sært tú marflugur, krabbar, skeljar, gággur og nógvar aðrar løgnar skapningar, ið siga frá einum fjølbroyttum lívi í sjónum og eina millióna ára gamla náttúrusøgu.
Her kanst tú lesa meira um ryggleysu dýrini í sjónum.
Featured
Øll tindadýr hava smáar kálkplátur uttan á kroppinum. Á smáu kálkplátunum kunnu sita tindar, og tí verða dýrini í hesum bólki nevnd tindadýr.
Krabbi skiftir ham, tá ið hann veksur. Sært tú gamla hamin og krabban, kanst tú undrast á, at so stórt dýr hevur ligið í so lítlum hami.
Ryggleys dýr hava onga beinagrind eins og vit, og tí hava tey heldur ongan rygg. Les meira her!