Her eru nøkur hugskot til, hvat man kann gera úti, tá ið tað regnar
Read MoreEinki er sum at tvassa í hyljum! Mynd: Bjalla B. Dalsgarð
Einki er sum at tvassa í hyljum! Mynd: Bjalla B. Dalsgarð
Her eru nøkur hugskot til, hvat man kann gera úti, tá ið tað regnar
Read MoreRegn er vatndropar, sum hava hingið í luftini í styttri ella longri tíð og sum detta niður á jørðina. Mynd: Savnsmynd
Avfall er sirm, regn, kavi, vátakavi ella heglingur. Tað vanligasta avfallið í størsta parti av heiminum er regn – eisini her í Føroyum.
Regndropar kunnu vera rættiliga ymiskir í stødd. Teir minstu fúka runt í luftini og fylg ja rørslunum hjá vindinum. Aðrir hurla móti jarðarflatanum og gera stórar hyljar og vøtn.
Regn kann koma úr næstan øllum sløgum av skýggjum. Tað kann eisini vera so kalt í skýggjunum, at vatndroparnir frysta og verða til kava.
Í Føroyum byrjar regnið ofta sum kavi langt uppi í luftini. Meðan kavin dettur niður, verður hann heitari og tiðnar til dropar.
Um veturin er viðhvørt kalt niðri á jørðini. Tá tiðnar kavin ikki, og vit fáa hvítar kavarúgvur heldur enn hyljar fullar av regnvatni.
Tá ið tað regnar illa, siga vit, at tað er áarføri, grovregn, grimdarregn ella glopraregn. Tá ið tað sirmar, eru regndroparnir smáir. Mynd: Savnsmynd
Viðhvørt kann tað regna í fleiri tímar og enntá allan dagin. Hetta slag av regni er vanliga ikki so ógvusligt, men fellur javnt og áhaldandi.Tá er oftast skýggjað um alt landið.
Teir størstu regndroparnir koma úr ordiliga tjúkkum skýggjum – og serliga, um tað er vindur inni í skýnum. Tá renna droparnir saman og blíva til enn størri dropar. Um tú ert so (ó)heppin at standa undir einum slíkum skýggi, fært tú heilt vist eitt gott ókeypis bað!
Skýggj kunnu hava ymisk skap og ymiskan lit. Skýggj eru nógvir dropar, sum hanga í luftini lið um lið. Mynd: Savnsmynd
Tá vit skulu siga, hvussu nógv tað hevur regnað, siga vit millimetrar (mm) av regni. Ein mm av regni svarar til ein litur av regni niður á ein fýrakant, sum er ein metur langur og ein metur breiður (m2).
Tað regnar nokk so nógv í Føroyum. Mesta regnið, sum vit vita um í Havn, var í 2011. Tá regnaði tað tilsamans 2.259 mm alt árið. Í 1972 regnaði tað minst, bara 681 mm.
Mesta regnið, sum er mátað í eitt ár, er 26.461 mm. Hetta var í India í 1860. Tað merkir, at um vit høvdu eina plátu, sum var 1 m2, so hevði ein vatnsúla staðið meira enn 26 metrar upp úr henni!
Har, sum tað eru oyðimerkur, regnar tað lítið ella als einki. Í pørtum av Atacamaoyðimørkini í Suðuramerika vita tey ikki um, at tað nakrantíð hevur regnað. Í stórum pørtum av økinum kring Suðurpólin hevur tað heldur ikki regnað, tað fólk vita um.
Turkur er ein av høvuðsorsøkunum til, at tað eru so nógv flóttafólk til í heiminum. Fólkini eru noydd at rýma úr heimi sínum, tí har er einki vatn at drekka. Her er vatnflóð í India. Mynd: Savnsmynd
Í luft er vatnguva ella dampur. Dampur er ósjónligur. Men tá ið luft kólnar, verður dampurin til vatndropar. Og tá ið nógvir dropar hanga tætt saman í luftini, verða teir sjónligir – teir verða til skýggj.
Tað er kaldari uppi í fjøllunum enn niðri við sjóvarmálan.
Tá ið luft er still, kólnar hon 0,65 stig fyri hvørjar 100 metrar uppeftir. Men luft stendur ongantíð heilt still. Luft, sum flytur seg niðan eftir eini fjallasíðu, kólnar 1 ella 1⁄2 stig fyri hvørjar 100 m.
Í Føroyum noyða fjøllini luftina at fara uppeftir. Men tað kunnu eisini vera onnur fyribrigdi, sum noyða
luftina uppeftir.
Ælabogi við Trøllkonufingur. Mynd: Savnsmynd
Ælabogin sæst, tá ið sólarljósið verður brotið og bent av lítlum vatndropum uppi í luftini. Vit síggja tá nógvar og vakrar litir.
Ælabogin er bara um dagin og sæst oftast, tá ið tað sirmar ella er skýggjað.
Onkuntíð verður ælabogin speglaður uppeftir. Tá síggjast tveir ælabogar í senn, ein innari og ein uttari. Raðfylgjan av litunum í tí uttara ælaboganum er øvut av raðfylgjuni í tí innara ælaboganum.
Tað ber til at gera ein ælaboga við eini havaslangu, tá ið sólin skínur. Statt við bakinum móti sólini. Skrúva vatnið frá, soleiðis at strálan verður til nógvar smáar vatndropar – akkurát sum tá tað sirmar – so sært tú ein lítlan ælaboga beint framman fyri tær. Mynd: Savnsmynd
Grein í Píka7 2 2022
Tekstur: Beinta Johannessen
Keldur: Bókin „Veður“ eftir Hanus Kjølbro + „Bókin til børn um veðrið“ eftir Jesper Theilberg o.a.
Veitst tú av, at hipp hopp-dansurin varð uppfunnin í Amerika í 70'unum, og at fólk hava dansað hann líka síðani? Tað kundi annars virkað sum, at hetta slagið av dansi er nógv nýggjari, tá tað framvegis er so kul
Veitst tú av, at hipp hopp-dansurin varð uppfunnin í Amerika í 70'unum, og at fólk hava dansað hann líka síðani? Tað kundi annars virkað sum, at hetta slagið av dansi er nógv nýggjari, tá tað framvegis er so kul
Read MoreVilt tú verða ein partur av Píka7, kanst tú fara inn HER og skriva til okkara.
Tú kanst skriva okkum eina søgu ella eitt bræv ella senda eina tekning inn ella eina mynd av tínum kelidýri - ella onkrum heilt øðrum.
Vit elska at fáa post😊
Hetta er Puff. Puff ræðist eitt sindur myrkur, ella soleiðis plagdi tað at vera. Líka til hann fekk støvbollarnir frá ommu síni.
Støvbollar búgva undir songini. Vit øll kunnu eiga teir. Teir hava ymiskt skap og ymiskan lit, alt eftir hvør ið eigur teir.
Vaksin fólk eiga vanliga gráar og brúnligar støvbollar. Summir kunnu hava smáar litbollar millum alt tað gráa og brúna. Aðrir hava long ella styttri hár stingandi út úr. Hárini eru ikki so mjúk, men tey kunnu gott vera purlut.
Børn eiga nógv oftast litfagrar støvbollar, sum eru mjúkir og bleytir. Summir eru so lættir, at teir fara fúkandi eftir gólvinum, tá ið tú letur hurðina upp, og teir kunnu enntá sveima uppi í luftini og verða hangandi har eina løtu.
Kanska hevur tað okkurt at gera við, hvussu børn eru, og hvussu vaksin eru. Tí hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu litrík tíni klæðir eru sammett við tey hjá mammu og babba og øllum hinum vaksnu fólkunum? Og kamarið og leikutoyið hjá tær eru helst eisini nokkso litríkt.
Puff elskar sínar støvbollar. Hvørja nátt sova teir hjá honum. Puff ballar seg hjá teimum og teir hjá honum.
Annar støvbollin hjá Puff er bláur og eitt sindur frísutur. Hin er reyður og rundur. Báðir eru mjúkir og bleytir og anga eitt sindur av ommu, eitt sindur av smákøkum, eitt sindur av tannkremi og eitt sindur av … ja, av Puff.
Tyhja, sum er blind, og besti vinmaður hennara Eddie.
Nógv børn eiga heimalomb, men í Kollafirði býr eitt serstakt heimalamb. Tað eitur Tyhja, og tað er blint. Ísak er sjey ár, og hann eigur Tyhju
Tað var í mai mánaði, at ein bóndi í Kollafirði varnaðist hetta serstaka lambið. Tá hann fór til seyðin hjá sær, sá hann, at eitt lamb ikki var sum øll hini. Tað var sjúkt, og bóndin helt, at tað fór ikki at yvirliva úti í náttúruni. Hann ringdi tí til Ísak og spurdi, um Ísak vildi taka sær av lambinum.
Í fyrstani ræddist Ísak lambið, tí eyguni vóru eitt sindur óhugnalig. Mamma hansara hjálpti honum at vaska eyguni á lambinum, og tveir dagar seinni vórðu tey frísk. Tey sóu tó, at eyguni vóru púra klár, og at lambið var blint.
Fyrst búði lambið inni hjá Ísaki í eina viku, so hon vandi seg við sína nýggju familju. Systir Ísak gav henni navnið Tyhja, sum merkir „blind“ á finskum.
Síðan ringdi bóndin eina ferð aftrat. Hann hevði eitt annað lamb, sum var so lítið, at tað heldur ikki fór at klára seg úti í náttúruni. Ísak fekk eisini tað lambið, og tað fekk navnið Eddie. Hetta var minsta lambið, Ísak nakrantíð hevði sæð.
Ísak eigur eisini Eddie, sum var minsta lambið, hann nakrantíð hevði sæð
Mamma og abbi Ísak hegnaðu lombunum eitt øki á bønum uttanfyri og smíðaðu teimum eitt lítið hús. Tyhja dugir ikki at finna húsið sjálv, men Eddie hjálpir henni, hvagar hon skal fara.
Tá ið tey sova, liggja tey ofta nær saman, so Eddie kann prika undir Tyhju og fáa hana at rakna við, um eitthvørt hendir rundan um tey.
Í fyrstani fingu Tyhja og Eddie fløsku frá Ísaki, men nú eta tey eisini gras, og tey vaksa óført. Tá ið tey verða eldri, eru tey ikki lomb longur. Tá eru tey vorðin til eina ær og ein veðr.
Ísak er sera góður við síni heimalomb og vitjar tey ofta. Tey eru eisini góð við hvørt annað og hjálpa hvørjum øðrum við tí, teimum tørvar.
Ísak gevur Tyhju og Eddie av fløsku.
Greinin stóð í Píka7 1/2017
Tekstur og myndir: Sanna Nolsøe Djurhuus
Eitt petti av pappi, ein tannsteytara, lím og tríggjar eittkrónur. Tadaaaa! So lætt er tað at gera tín egna fidgetspinnara.
Read MoreFyrst var Píkasjey ein heimasíða við flottum myndum, videobrotum og spennandi søgum um føroysk dýr. Og nú er Píkasjey eisini eitt blað.
Í blaðnum kanst tú lesa um ymisk dýr og nógv annað spennandi og stuttligt. Vit hava eisini prátað við børn um ymiskt, sum tey gera. Og so hava vit gjørt ítriv og nógvar uppgávur bara til tín at hugna tær við.
Men tað er ikki bara Píkasjey, sum roynir okkurt nýtt. Fyri kortum fóru 716 børn í skúla fyrstu ferð.
Tað er spennandi at royna okkurt nýtt og við hvørt eisini eitt sindur ræðandi, tí tú veitst ikki rættiliga, hvat tú kanst vænta tær.
Sum fyrstu ferð tú skalt til tannlækna. Fyrstu ferð tú fert at venja fótbólt. Ella fyrstu ferð, tú fert at sova hjá onkrum. Tá kitlar eitt sindur í búkinum.
Og beint nú eru firvaldar ikki bara á pikasjey.fo, men eisini í búkinum hjá okkum, nú fyrsta Píkasjey-blaðið kemur út. Vit eru so spent at vita, um tær dámar blaðið og um tú fert at gerast haldari.
Píkasjey heilsanir,
Beinta😊
blaðstjóri
Er hetta ljótur matur?
Nógvur matur verður blakaður burtur, tí hann ikki er nóg penur. Ikki nóg penur at selja væl at merkja. Men einki er galið við smakkinum, hóast ein gularót kanska sær eitt sindur skeiv og undarlig út.
Nógvur annar matur, sum verður framleiddur, verður eisini blakaður burtur, tí hann sær øðrvísi út.
Haraftrat kemur allur tann maturin, sum vit blaka burtur, tí hann er farin út um datomerkingina, men framvegis smakkar væl.
Allur hesin matur, sum verður blakaður burtur, er nóg mikið til at metta tvær milliardir fólk.
Tí eru fólk farin at steðga stóru matspilluni. Felagskapir eru komnir til í fleiri londum, eisini her í Føroyum.
Blakar tú góðan mat burtur?