Tann fiskurin, sum flest øll føroysk børn kenna, er kombikkið. Kombikk livir bæði í feskum vatni og í sjógvi. Tú finnur tey inni í taranum fram við landi, í hyljum í fjøruni og í áum og vøtnum.
Kombikk er silvurgrønt á bakinum, silvurlitt um síður nar og hvítt undir búkinum. Tað hevur tríggjar píkar á bakinum og tveir undir búkinum. Tað eru hesir pík arnir, sum kunnu stinga, tá ið tú tekur um eitt kombikk.
Inni millum taran ger kallfiskurin eitt reiður á botnin úr plantuleivdum, sum hann trýstir saman og límar við slími. Síðan finnur hann sær ein kvennfisk, sum hann lokkar inn í reiðrið. Har gýtir hon fyrst síni rogn, og so gýtir hann sil útyvir.
Kallfiskurin verjir reiðrið væl. Við uggafjaðrunum tyrlar hann alsamt nýggjan sjógv inn í reiðrið, so at nóg mikið av súrevni er til egg og larvur.
Fyrstu vikuna eru fiska larvurnar í reiðrinum og liva av blommusekkinum, men síðan svimja tær úr reiðrinum og skulu nú klára seg sjálvar.
Fakta:
- Navn: Kombikk
- Longd: 11 cm
- Aldur: 8 ár
- Livistaður: Í fjøruhyljum, í sjónum, í ovastu vatnløgunum, í vøtnum og áum
- Egg: 100-400