Skelin á jákupsskel er ruflut, tunn og brotnar lætt. Hon kann vera ymisk á liti, ljósareyð, brún, appilsingul ella gul við ymiskum mynstri á.
Jákupsskel hevur eygu allan vegin eftir kápurondini. Hon verður um 9 cm long máld úr hongslinum til kantin.
Jákupsskel etur æti og er vanlig á sandbotni og skeljabotni úr fjøruni og niður á 200 m dýpi. Hon er tó funnin heilt niður á 400 m dýpi.
Dugir at svimja
Jákupsskel er eitt av teimum fáu skeljadýrunum, sum dugir at svimja.
Hon sýgur vatn inn millum skeljarnar, slær skeljarnar saman og fer soleiðis sendandi av stað gjøgnum sjógvin.
Síggj niðanfyri, hvussu tað sær út, tá ið jákupsskel svimur.