• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Fjørukúvingur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Fjørukúvingur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Kúvingur

March 16, 2017

Fjørukúvingur situr á gróti í sjóvarmálanum. Eisini sæst hann á tara, har tað er grunt.

Á tunguni hevur fjørukúv­ingur smáar tenn. Tungan er tí hvøss og verður nevnd rívitunga. Við tunguni rívur hann smátara av klettinum.

Fjørukúvingur tolir nógv av og kann sita uppi á turrum næstan ein mánað. Hann livir eisini leingi, hóast hann einki fær at eta.

Fjørukúvingur

  • Longd: 5-­10 mm høgur
  • Litur: gulligur, reydligur ella morgráur 
Purpurkúvingur og gjar. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Purpurkúvingur og gjar. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Purpurkúvingur

Purpurkúvingur er eisini vanligur í sjóvarmálanum. Hann líkist fjørukúvingi, men summir hava brúnligar ella svartar rípur í gágguskelini. Purpurkúvingur verður eisini nakað størri enn fjørukúvingur.

Purpurkúvingur er eitt satt rovdýr. Hann drepur bæði gjar og krækling. Purpurkúvingur borar hol ígjøgnum skelina á kræklingi við rívi­tunguni og etur hann tann vegin. Tað sama ger hann við gjar.

Livir purpurkúvingur av kræklingi, verður hann myrkur, og livir hann av gjari, verður hann ljósur. 

Purpurkúvingur

  • Longd: 30 mm høgur
  • Litur: morgráur ella ljósur, gulur 
Purpurkúvingur og egg. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Purpurkúvingur og egg. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tað er purpurkúvingur, sum hevur gjørt holið í kræklingin. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tað er purpurkúvingur, sum hevur gjørt holið í kræklingin. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

In Krabbadýr Tags fjørukúvingur, purpurkúvingur, rivtunga, sjóvarmálin, rovdýr, kræklingur, í fjøruni
← KræklingurLúsakrabbi →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna