Vanligur krossfiskur er harður at nerta við. Undirsíðan á honum er vanliga ljóst appilsingul ella gul. Uppsíðan er grov og skrubbut, og liturin kann vera ymiskur, úr myrkt violettum til reyðbrúnt og appilsingult.
Armurin veksur aftur
Krossfiskur hevur 5 armar, men tað eru onnur sløg, sum hava fleiri armar. Á ørmunum eru súgføtur og í miðjuni ein munnur.
Um krossfiskur missir ein arm, veksur hann skjótt aftur. Tað er tí ikki óvanligt at síggja krossfisk við 1 - 2 smærri ørmum enn hinir.
Skríður fram
Krossfiskur skríður ógvuliga seint, bara einar 3-5 metrar um tíman.
Hann toyggir armarnar fram, setur teir fastar og loysir teir aftur. Og hetta gongur seint fyri seg, av tí at hann alla tíðina má súgva seg fastan og loysa aftur.
Átufekur
Krossfiskur er rovdýr. Hann etur annan krossfisk, slangustjørnu, skeljar, ormar og annað, sum er á botni.
Ofta tekur hann um eina skel og noyðir hana upp við súgvi fótunum. Síðan koyrir hann magan inn í skelina og sýgur hana í seg.
Krossfiskur hevur eisini ógvuliga gott tev. Ein deyður fiskur kann eftir stuttari tíð vera undir í krossfiskum.
Vanligur krossfiskur
- Longd: 15-40 cm
- Aldur: 23 ár
- Livistaður: í sjóvarmálanum og út á 50 m dýpi
- Egg: 2 milliónir