Kvøldsveimara-ættin

Kvøldsveimarar flúgva frá tí tað fer at skýma og út á náttina. Teir eru helst teir sermerktastu av øllum náttfirvaldum.

 Elpenor-drotningarfirvaldur er millum vakrastu náttfirvaldar. Ljósareyðu veingir hansara hóska væl til blóðdropa-runnarnar, sum hann verpur í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Elpenor-drotningarfirvaldur er millum vakrastu náttfirvaldar. Ljósareyðu veingir hansara hóska væl til blóðdropa-runnarnar, sum hann verpur í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Nógvir kvøldsveimarar hava langan sevil. Kvøldsveimarar eru teir firvaldarnir, sum hava longsta sevilin. Sevilin á onkrum kvøldsveimara kann gerast 30-35 cm langur. Hetta er tríggjar ferðir so langt, sum kroppurin er til longdar. 

Tá ið kvøldsveimarar setast at hvíla seg, halda teir vanliga veingirnar flatar, og teir eru bendir afturá sum veingirnir á einum jettjagara.

 Lítil drotningar-firvaldur er 4-5 cm langur. Tá ið hann sýgur hunang úr blómum við langa sevlinum, hongur hann stillur í luftin við surrandi veingjum eins og ein kolibri. Mynd: iStockphoto

Lítil drotningar-firvaldur er 4-5 cm langur. Tá ið hann sýgur hunang úr blómum við langa sevlinum, hongur hann stillur í luftin við surrandi veingjum eins og ein kolibri. Mynd: iStockphoto

Næstan allar ormverunar hjá kvøldsveimarum hava eitt horn á afturpartinum. Ormveran hjá elpenor-drotningarfirvaldi kann toyggja bringuna so hon minnir um trantin á fíli (elefanti). 

 Ormveran hjá elpenor-drotningarfirvaldi. Mynd: iStockphoto

Ormveran hjá elpenor-drotningarfirvaldi. Mynd: iStockphoto

Kvøldsveimarar eru sjáldsamir gestir í Føroyum. Higartil eru sjey ymisk sløg í kvøldsveimaraættini skrásett her.