Kvøldsveimarar flúgva frá tí tað fer at skýma og út á náttina. Teir eru helst teir sermerktastu av øllum náttfirvaldum.
Nógvir kvøldsveimarar hava langan sevil. Kvøldsveimarar eru teir firvaldarnir, sum hava longsta sevilin. Sevilin á onkrum kvøldsveimara kann gerast 30-35 cm langur. Hetta er tríggjar ferðir so langt, sum kroppurin er til longdar.
Tá ið kvøldsveimarar setast at hvíla seg, halda teir vanliga veingirnar flatar, og teir eru bendir afturá sum veingirnir á einum jettjagara.
Næstan allar ormverunar hjá kvøldsveimarum hava eitt horn á afturpartinum. Ormveran hjá elpenor-drotningarfirvaldi kann toyggja bringuna so hon minnir um trantin á fíli (elefanti).
Kvøldsveimarar eru sjáldsamir gestir í Føroyum. Higartil eru sjey ymisk sløg í kvøldsveimaraættini skrásett her.