Hyggur tú niður í ein hyl í fjøruni, sært tú marflugur fara fúkandi av stað. Tað eru nógv sløg av marflugum til. Tað slagið, sum livir í fjøruni, verður um 2 cm langt, men úti á djúpum havi eru sløg, sum kunnu gerast heili 14 cm long.
Um dagin krógvar marfluga seg, og um náttina leitar hon eftir føði.
Summar marflugur eta livandi kykt, aðrar deyð. Fiskar eta marflugur, og tær hava stóran týdning sum fiskaføði.
Hevur tú sæð marflugu makast?
Hevur tú nakrantíð sæð eina stóra marflugu halda um eina minni marflugu? Soleiðis sær tað út, tá ið marfluga makast. Kalldýrið er tvær ferðir so stórt sum kvenndýrið. Hann tekur um hana, og meðan hann situr á bakinum á henni, verjir hann hana og gevur henni at eta. Síðan makast tey, og kalldýrið sleppir kvenndýrinum.
Marfluga gýtir 10-150 egg, sum hon klekir í einum klekingarposa undir búkinum. Ungarnir eru í posanum, til teir eru stórir og líkjast foreldrunum.