• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita

Kræklingur

March 19, 2017

Kræklingur situr fastur í rivum millum steinar í sjóvarmála­num. Hann er eisini vanligur inni á firðunum niður á 30­-40 m dýpi.

Kræklingur situr fastur á t.d. steinum við festitræðrum, sum verða gjørdir innan í honum. Tá ið træðrirnir koma í sjógvin, storkna teir og verða ógvuliga sterkir.

Kræklingur tolir væl at vera uppi á turrum. Tá letur hann skelina fast aftur.

Øða líkist nógv kræklingi, og ofta er ringt at síggja mun. Tó verður øða størri enn kræklingur. Hon tolir ikki at liggja turr, og tí er hon ikki í sjóvarmálanum. Bæði øða og kræklingur eru góð til matna.

Hvør livir millum kræklingarnar?

Kræklingur situr ofta saman í tyssum ella trunka. Í trunkanum er gott hjá smáum dýrum at vera. Fert tú at grópa og leita í kræklingatyssum finnur tú nógv ymisk dýr, eitt nú marflugur, ymiskir ormar, bustmaðkar og gággur.

Dýr, sum liva í kræklingatyssum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn. 

Dýr, sum liva í kræklingatyssum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn. 

Ein perla verður til 

Uttast er skelin á kræklingi  mor­reyð og líkist horni. Innan er hon perlumóðir og skyggir í vøkrum litum. Í perlumóðurini eru viðhvørt perlur, men tær eru ikki virðismiklar. 

Ein perla verður til, tá ið eitt sandskorn kemur í kræklingin. Kræklingurin fær ilt av sandskorninum. Fyri at sleppa undan pínuni, leggur hann perlumóður uttan um sandskornið og festir tað at skelini.

 

In Krabbadýr Tags kræklingur, í fjøruni, øða, perla, sjóvarmálin, marfluga, bustmaðkur, gágga

Marfluga

March 11, 2017

Hyggur tú niður í ein hyl í fjøruni, sært tú marflugur fara fúkandi av stað. Tað eru nógv sløg av marflugum til. Tað slagið, sum livir í fjøruni, verður um 2 cm langt, men úti á djúpum havi eru sløg, sum kunnu gerast heili 14 cm long.

Um dagin krógvar marfluga seg, og um náttina leitar hon eftir føði.

Summar marflugur eta livandi kykt, aðrar deyð. Fiskar eta marflugur, og tær hava stóran týdning sum fiskaføði.

Hevur tú sæð marflugu makast? 

Hevur tú nakrantíð sæð eina stóra marflugu halda um eina minni marflugu? Soleiðis sær tað út, tá ið marfluga makast. Kalldýrið er tvær ferðir so stórt sum kvenndýrið. Hann tekur um hana, og meðan hann situr á bakinum á henni, verjir hann hana og gevur henni at eta. Síðan makast tey, og kalldýrið sleppir kvenndýrinum.

Marfluga gýtir 10­-150 egg, sum hon klekir í einum klekingarposa undir búkinum. Ungarnir eru í posanum, til teir eru stórir og líkjast foreldrunum. 

 

In Krabbadýr Tags marfluga, í fjøruni, fjøruhylur, makast

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna