• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Rognkelsi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Rognkelsi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Rognkelsi

February 7, 2017

Rognkelsi er ógvuliga klumput í útsjónd og líkist ikki øðrum fiski her um leiðir. Tað er myrkagrønt-­grátt um bakið og ljósagrønt um búkin. 

Í staðin fyri búkfjaðrar hevur rognkelsi eina soguskál undir búkinum.

Í gýtingini í mars verður kallfiskurin næstan svartur um bakið og reyðbrúnur um búkin.

Rognkelsi kemur inn á grunt vatn at gýta. Eins og hjá smá­fiskinum í taranum, ansar kallfiskurin rognkorninum.

Kallfiskurin ansar rogninum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Kallfiskurin ansar rogninum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Kvennfiskurin gýtir fleiri túsund egg í eina stóra rúgvu, sum kallfiskurin síðan verjir. Eggjarúgvan kann liggja so ovarlaga í sjónum, at hon flýtur upp í vatnskorpuna. Kortini heldur kallfiskurin vakt og endar tí mangan við at verða etin av fugli. 

Tá ið eggini klekjast umleið 7 vikur seinni, rýmir kallfiskurin. 

Ungi hjá rognkelsi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Ungi hjá rognkelsi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Tá ið ungarnir eru 4 dagar gamlir, fáa teir soguskál og súgva seg fastar á taran. Ungarnir halda til inni í taranum, ofta á heilt grunnum sjógvi. Tá ið ungarnir hjá rognkelsi eru 5 cm langir, líkjast teir vaksna rognkelsinum og fara tá út á djúpari sjógv. 

In Fiskur, Í taraskóginum Tags rognkelsi, fiskaslag, í taraskóginum, í sjónum
← LongaSkrubba →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna