• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Steinbítur
Steinbítur

Steinbítur missir tenninar í gýt­ingartíðini, og hann etur einki, fyrr enn tenn­ inar eru vaksnar aftur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn. 

Steinbítur
Steinbítur

Høvdið á steinbíti er heldur stórt og kubbut og líkist ikki høvdinum á øðrum fiski. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Steinbítur

February 1, 2017

Steinbítur verður upp í 150 cm langur og heldur til úr taraskóginum og út á 500 m dýpi. Høvdið er heldur stórt og kubbut og líkist ikki høvdinum á øðrum fiski. Hann hevur stóran og sterkan kjaft, og tenninar eru ógvuliga sterkar. Fremst í kjaftinum hevur hann bog­aðar tøkutenn, og í gómanum eru kúputar tenn at bróta igulkerar, skeljar og krabbagággur við.

Í gýtingartíðini er steinbítur tó minni vandamikil, tí tá missir hann tenninar. Hann etur einki, fyrr enn tenn­inar eru vaksnar aftur. 

Kanningar vísa, at 20 ára gamal steinbítur er í miðal ein metur langur.

 

In Fiskur, Í taraskóginum Tags Steinbítur, fiskaslag, í taraskóginum, í sjónum

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna