Agngágga er vanlig á sandbotni og hellubotni, har dýpið er um 10 metrar.
Hon dugir ikki at svimja, men hon skríður á fótinum, sum hevur sterkar vøddar.
Tá ið agngágga leitar sær føði, skríður hon eftir botninum eftir dýrum, sum sita still.
Eitt satt rovdýr
Agngágga er rovdýr. Hon etur fisk á gørnum og drepur onnur dýr, t.d. krækling.
Hon leggur seg millum skeljarnar á kræklingi, tá ið hann liggur og sílar sjógv. Kræklingurin fær ikki skeljarnar saman og verður etin.
Tá ið agngágga etur, toyggir hon sevilin út. Sevilin er ein partur av munninum. Inni í sevlinum er rívitungan.
Sevilin er um 20 cm langur, tá ið hann er toygdur út!
Gággunegl
Verður agngágga tikin upp úr sjónum ella órógvað, fer dýrið inn í gágguskelina og leggur lok fyri opið. Lokið nevnist gággunegl.
Gágguneglin er úr kálki og klødd við evni, ið líkist horni. Tá ið vandin er av, kemur fóturin út aftur.
Í gágguneglini kanst tú telja árringarnar og síggja, hvussu gomul gággan er.
Lættisoppur
Agngágga gýtir eggini í smá hylki, sum hon sjálv hevur gjørt. 1.000 egg eru í hvørjum hylki.
Øll hylkini eru kleimd saman í trunkar, sum eita lættisoppar.
Bara 30 ungar verða klaktir í hvørjum hylki. Teir eta øll hini eggini. Síðan eta teir sterku ungarnir teir veiku. Tá ið av tornar, koma bara 1-10 smáar gággur úr hvørjum hylki.