• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Havtaska hevur ein øgiligan kjaft. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Havtaska hevur ein øgiligan kjaft. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Havtaska

February 23, 2017

Havtaska hevur eitt løgi høvd. Høvdið á henni er meira enn helmingurin av fiskinum við einum øgiligum kjafti. 

Tá ið hav­taska fær sær at eta, ‘fiskar’ hon. Fremsti teinurin í ryggfjaðrunum hevur eitt lítið agn á endanum. Hon veittrar aftur og fram við teininum og lokkar fisk til sín. Kemur ein ov nær, gloypir havtaskan hann. 

Av tí at havtaskan fyri tað mesta liggur still á botni, nýtir hon ikki so nógva orku, og tí etur hon ikki so ofta. 

In Fiskur Tags havtaska, fiskaslag, í sjónum, í taraskóginum, ránsdjór

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna