Havtaska hevur eitt løgi høvd. Høvdið á henni er meira enn helmingurin av fiskinum við einum øgiligum kjafti.
Tá ið havtaska fær sær at eta, ‘fiskar’ hon. Fremsti teinurin í ryggfjaðrunum hevur eitt lítið agn á endanum. Hon veittrar aftur og fram við teininum og lokkar fisk til sín. Kemur ein ov nær, gloypir havtaskan hann.
Av tí at havtaskan fyri tað mesta liggur still á botni, nýtir hon ikki so nógva orku, og tí etur hon ikki so ofta.