Tarabrosma

Tarabrosma livir, sum navnið sigur, í taranum. Hon hevur ymsar litir, alt eftir hvar hon livir, tó er hon oftast mynstrut brún og gul.

Hon hevur 9­-13 eyð­kendar døkkar blettir við ljós­um kanti aftur eftir bakinum.

Tarabrosma. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjóasavn

Tarabrosma. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjóasavn

Sum onnur fiskasløg í taranum ansar tarabrosma væl eftir yngli sínum, og bæði kallfiskurin og kvennfiskurin ansar eftir tí.

Tá ið tarabrosma er liðug at gýta, ringir honin seg saman um eggini at verja tey. Kallfiskurin hjálpir til. Síðan skiftast fiskarnir um at ringja seg um eggini og verja tey, til tey eru klakt.

 

Fakta:

  • Navn: Tarabrosma
  • Longd: verður sjáldan longri enn 20 cm
  • Aldur: 5 ár
  • Livistaður: Í fjøruni í taranum, niður á 100 m dýpi um veturin
  • Egg: 80­-200  

 

Tarabrosmur krógva seg. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjóasavn

Tarabrosmur krógva seg. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjóasavn

Taralonga

Eins og tarabrosma hevur taralonga lítla roðslu og er ógvuliga slímut. Slímuta húðin heldur upp á vætuna og ger, at tarabrosman kann yvirliva á landi í vátum tara í fleiri tímar. 

Taralonga kann yvirliva á landi í vátum tara í fleiri tímar. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Taralonga kann yvirliva á landi í vátum tara í fleiri tímar. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Føðir livandi ungar

Taralonga er ein av teimum ógvuliga fáu fiskasløgunum, sum føðir livandi ungar. Tað serliga við ungum hjá taralongu er, at teir hava ikki blommu­sekk sum aðrar fiskalarvur, men liva eina tíð inni í mammuni, har teir súgva hvør sína vørtu.

Taralongu-yngul. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Taralongu-yngul. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Taralonga makast í august­ september, og 4 mánaðir seinni føðir kvennfiskurin millum 10­ 400 livandi ungar. Ungarnir eru tá millum 3,5 og 5,5 cm langir. 

Taralongu-yngul. Á Sjósavninum hava tey fingið 26 livandi ungar undan taralongu. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Taralongu-yngul. Á Sjósavninum hava tey fingið 26 livandi ungar undan taralongu. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Fakta:

  • Navn: Taralonga
  • Longd: 25­-35 cm 
  • Aldur: 10 ár 
  • Livistaður: á botni í taranum 
  • Ungar: 10­-400 

 

At skráseta nýggj fiskasløg

Hóast menn í Klaks­vík hava vitað um, at taralonga hevur verið at finna har seinastu 15-20 árini, varð hon ikki skrásett í Føroyum fyrr enn í 2010.

Sjósavnið fekk tá nakrar tara­longur úr Klaksvík og setti seg í samband við Havstovuna, ið er tann stovnurin í Føroyum, sum skrásetur nýggj fiskasløg. Og so varð taralonga skrásett alment at vera eitt fiskaslag undir Føroyum.