Eins og tarabrosma hevur taralonga lítla roðslu og er ógvuliga slímut. Slímuta húðin heldur upp á vætuna og ger, at tarabrosman kann yvirliva á landi í vátum tara í fleiri tímar.
Føðir livandi ungar
Taralonga er ein av teimum ógvuliga fáu fiskasløgunum, sum føðir livandi ungar. Tað serliga við ungum hjá taralongu er, at teir hava ikki blommusekk sum aðrar fiskalarvur, men liva eina tíð inni í mammuni, har teir súgva hvør sína vørtu.
Taralonga makast í august september, og 4 mánaðir seinni føðir kvennfiskurin millum 10 400 livandi ungar. Ungarnir eru tá millum 3,5 og 5,5 cm langir.
Fakta:
- Navn: Taralonga
- Longd: 25-35 cm
- Aldur: 10 ár
- Livistaður: á botni í taranum
- Ungar: 10-400
At skráseta nýggj fiskasløg
Hóast menn í Klaksvík hava vitað um, at taralonga hevur verið at finna har seinastu 15-20 árini, varð hon ikki skrásett í Føroyum fyrr enn í 2010.
Sjósavnið fekk tá nakrar taralongur úr Klaksvík og setti seg í samband við Havstovuna, ið er tann stovnurin í Føroyum, sum skrásetur nýggj fiskasløg. Og so varð taralonga skrásett alment at vera eitt fiskaslag undir Føroyum.