Tarabrosma livir, sum navnið sigur, í taranum. Hon hevur ymsar litir, alt eftir hvar hon livir, tó er hon oftast mynstrut brún og gul.
Hon hevur 9-13 eyðkendar døkkar blettir við ljósum kanti aftur eftir bakinum.
Sum onnur fiskasløg í taranum ansar tarabrosma væl eftir yngli sínum, og bæði kallfiskurin og kvennfiskurin ansar eftir tí.
Tá ið tarabrosma er liðug at gýta, ringir honin seg saman um eggini at verja tey. Kallfiskurin hjálpir til. Síðan skiftast fiskarnir um at ringja seg um eggini og verja tey, til tey eru klakt.
Fakta:
- Navn: Tarabrosma
- Longd: verður sjáldan longri enn 20 cm
- Aldur: 5 ár
- Livistaður: Í fjøruni í taranum, niður á 100 m dýpi um veturin
- Egg: 80-200