Hýsa líkist toski í vakstrarlagi. Hon hevur tó ein eyðkendan dimman blett aftan fyri uggafjøðurina.
Hýsa hevur yvirbit, so hon fær lættliga fatur á føðini, sum hon skavar upp av botni. Hýsa etur serliga slangustjørnur, skeljadýr, sniglar, krabbadýr, bustmaðkar og smáan fisk, t.d. nebbasild. Kemur hon á gýtingarleið hjá sild, liggur hon og sutlar sildarogn í seg, sum eru um allan botnin í gýtingartíðini
Eins og toskastovnurin er hýsustovn urin undir Føroyum eisini serføroyskur. Hýsa er bæði á landgrunninum og Føroyabanka. Hon veksur skjótari undir Føroyum enn aðrastaðni; skjótast veksur hon á Føroyabanka.