Krossfiskur

Vanligur krossfiskur er harður at nerta við. Undir­síðan á honum er vanliga ljóst appilsingul ella gul. Uppsíðan er grov og skrubbut, og liturin kann vera ymiskur, úr myrkt violettum til reyð­brúnt og appilsingult. 

 Vanligur krossfiskur. Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Vanligur krossfiskur. Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Armurin veksur aftur

Krossfiskur hevur 5 armar, men tað eru onnur sløg, sum hava fleiri armar. Á ørmunum eru súgføtur og í miðjuni ein munnur.

Um kross­fiskur missir ein arm, veksur hann skjótt aftur. Tað er tí ikki óvanligt at síggja krossfisk við 1­ - 2 smærri ørmum enn hinir. 

 Sjósól er eisini eitt slag av krossfiski. Hon líkist krossfiski, men hevur vanliga fleiri armar. Á myndini eru eisini fleiri  sjónotur . Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Sjósól er eisini eitt slag av krossfiski. Hon líkist krossfiski, men hevur vanliga fleiri armar. Á myndini eru eisini fleiri sjónotur. Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Skríður fram

Krossfiskur skríður ógvuliga seint, bara einar 3-5 metrar um tíman. 

Hann toyggir armarnar fram, setur teir fastar og loysir teir aftur. Og hetta gongur seint fyri seg, av tí at hann alla tíðina má súgva seg fastan og loysa aftur.

 Munnurin á krossfiski situr á undirsíðuni á dýrinum eins og hjá flestu  tindadýrum . Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Munnurin á krossfiski situr á undirsíðuni á dýrinum eins og hjá flestu tindadýrum. Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Átufekur

Krossfiskur er rovdýr. Hann etur annan krossfisk, slangustjørnu, skeljar, ormar og annað, sum er á botni.

Ofta tekur hann um eina skel og noyðir hana upp við súgvi­ fótunum. Síðan koyrir hann magan inn í skelina og sýg­ur hana í seg.

Krossfiskur hevur eisini ógvuliga gott tev. Ein deyður fiskur kann eftir stuttari tíð vera undir í krossfiskum.

Vanligur krossfiskur

  • Longd: 15­-40 cm
  • Aldur: 2­3 ár
  • Livistaður: í sjóvarmálanum og út á 50 m dýpi
  • Egg: 2 milliónir