• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
hýsa.jpeg

Hýsa

February 21, 2017

Hýsa líkist toski í vakstrarlagi. Hon hevur tó ein eyðkendan dimman blett aftan fyri uggafjøðurina.

Hýsa hevur yvirbit, so hon fær lættliga fatur á føðini, sum hon skavar upp av botni. Hýsa etur serliga slangustjørnur, skeljadýr, sniglar, krabbadýr, bustmaðkar og smáan fisk, t.d. nebbasild. Kemur hon á gýtingarleið hjá sild, liggur hon og sutlar sildarogn í seg, sum eru um allan botnin í gýtingartíðini 

Eins og toskastovnurin er hýsustovn­ urin undir Føroyum eisini serføroysk­ur. Hýsa er bæði á landgrunninum og Føroyabanka. Hon veksur skjótari undir Føroyum enn aðrastaðni; skjótast veksur hon á Føroyabanka. 

In Fiskur Tags hýsa, fiskaslag, toskur, slangustjørna, í sjónum, føroya banki
← HavtaskaHornabrosma →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna