Longa verður upp í 2 m long. Smáar longur eru mest á grunn um vatni, um 30 m. Tær stóru eru at finna niður á 600 m.
Longa er kraddutur og glúpskur fiskur við stórum kjafti og sterkum tonnum. Føðin er serliga toskur, hýsa, sild, hvítings bróðir, svartkjaftur, men hon tekur eisini krossfisk, krabba dýr, hummara og høgguslokk.
Longa er gýtingarfør, tá ið hon er 68 ára gomul. Í mai gýtir rognfiskurin 2060 milliónir rognkorn á botni. Tey gitnu rognkornini flotna upp í sjógvin og klekjast 23 vikur seinni. Ungarnir eru uppi í sjónum til um heystið árið eftir.
Grunn-nøs
Longa er toskafiskur og hevur grunn nøs eins og toskur og hýsa. Grunnnøsin er finnan, sum situr á lippuni á toskafiski. Ungur upsi hevur eisini grunnnøs. Grunnnøsina brúkar toska fiskur til at smakka seg fram til føðina.