• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Longa er toskafiskur og hevur grunn­ nøs eins og toskur og hýsa. Grunn­nøsin er finnan, sum situr á lippuni á toskafiski. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Longa er toskafiskur og hevur grunn­ nøs eins og toskur og hýsa. Grunn­nøsin er finnan, sum situr á lippuni á toskafiski. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Longa

February 9, 2017

Longa verður upp í 2 m long. Smáar longur eru mest á grunn­ um vatni, um 30 m. Tær stóru eru at finna niður á 600 m.

Longa er kraddutur og glúpskur fiskur við stórum kjafti og sterkum tonnum. Føðin er serliga toskur, hýsa, sild, hvítings­ bróðir, svartkjaftur, men hon tekur eisini krossfisk, krabba­ dýr, hummara og høgguslokk.

Longa er gýtingarfør, tá ið hon er 6­8 ára gomul. Í mai gýtir rognfiskurin 20­60 milliónir rognkorn á botni. Tey gitnu rognkornini flotna upp í sjógvin og klekjast 2­3 vikur seinni. Ungarnir eru uppi í sjónum til um heystið árið eftir.

Grunn-nøs

Longa er toskafiskur og hevur grunn­ nøs eins og toskur og hýsa. Grunn­nøsin er finnan, sum situr á lippuni á toskafiski. Ungur upsi hevur eisini grunn­nøs. Grunn­nøsina brúkar toska­ fiskur til at smakka seg fram til føðina. 

In Fiskur Tags longa, toskafiskur, grunnnøs, toskur, hýsa, upsi, fiskaslag, í sjónum
Ungur upsi hevur grunn­-nøs. Tað er finnan, sum situr á lippuni á toskafiski. Toskafiskur brúkar hana til at smakka seg fram til føðina. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Ungur upsi hevur grunn­-nøs. Tað er finnan, sum situr á lippuni á toskafiski. Toskafiskur brúkar hana til at smakka seg fram til føðina. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Upsi (seiður)

January 1, 2017

Undir Føroyum eru nøkur fá fiskasløg, sum eru at finna í stórum nøgdum. Eitt teirra er upsi. 

Upsi er allastaðni í sjónum millum oyggjarnar og úti á bankunum. Hann veksur upp inni við land. Tá ið hann er um trý ára gamal, fer hann til havs. Hann heldur vanliga til á 75­-200 m dýpi, men er at finna úr vatnskorpuni og niður á umleið 450 m dýpi.

Upsi ella seiður?

Fleiri onnur heiti eru fyri upsa. Soleiðis eitur hann, tá ið hann er ... 

  • 3­-10 cm langur: ternumurtur 
  • 1 ár: ársgamal summarseiður 
  • 2 ár: seiður
  • 3 ár: stórseiður
  • longri enn 60 cm: upsi 

Sjálvt um upsi er vanligur undir Føroyum, er tað ikki langt síðan, at vit fóru at fiska hann á djúpari vatni. Nú telist hann millum mest fiskaðu fiskasløgini, um vit hugsa um vekt. 

In Fiskur Tags upsi, seiður, grunnnøs, fiskaslag, í sjónum

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna