Fjørukrabbi

Fjørukrabbi er vanligasti krabbin í taraskóginum fram við landi. 

Um dagin situr hann oftast og krógvar seg undir steinum. Um náttina fer hann úr taraskóginum og upp í flóðar málan at leita sær føði.

Hann etur næstan alt, sum hann fær fatur á og kann enntá fanga kombikk við bitklónum. 

Krabbi brúkar hárini á beinunum og bitklónum at tevja við og til at finna fram til fongin. 

Fjørukrabbi hevur tikið sær eini trøllanegl. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Fjørukrabbi hevur tikið sær eini trøllanegl. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Fjørukrabbi verður 5-­6 cm breiður um skelina og kann vera reydligur, brúnligur, grøn­ligur ella gráligur á liti.

Hann skiftir ham, tá ið hann veksur. Nýggja skelin er bleyt at byrja við. Hann krógvar seg, til nýggja skelin er vorðin hørð. Missir fjørukrabbi eina bitklógv, veksur hon aftur.

 

Aldur á fjørukrabba

Breidd á skel           Aldur

  • Minni enn 2 cm  <1 ár
  • Um 3 cm                 1 ár
  • 4 cm                        2 ár
  • 5 cm                        3 ár
  • Meiri enn 5 cm     4 ár

Hummari

Hummara finnur tú inni í firðunum, har tað er mórubotnur og heldur djúpt. Hann grevur sær holur í mórubotnin og etur slangustjørnur, men eisini krabba­ dýr, skeljadýr, ormar og onnur smá botndýr.

Hummari er dýrur matur. Í Føroyum verða um 50 - ­60 tons av hummara veidd um árið. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Hummari er dýrur matur. Í Føroyum verða um 50 - ­60 tons av hummara veidd um árið. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Kalldýrið verður størri enn kvenndýrið. Á framkroppinum eru 5 pør av beinum. Trý tey fremstu pørini hava bitklógv. Afturkroppurin er í 7 liðum. Aftasti liður eitur sundbløkan.

Tá ið hummarin svimur, slær hann sundbløkuna upp undir seg og fer so av stað aftureftir.

Á høvd­inum hevur hummari tvey eygu á stelkum og tvey pør av kampum.&nbsp;Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Á høvd­inum hevur hummari tvey eygu á stelkum og tvey pør av kampum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Skiftur ham

Hummari skiftir ham eins og krabbi. Tá ið hann er ungur, skiftir hummarin ham fleiri ferðir um árið. Seinni skiftir hann bara annaðhvørt ár.

Fyrst skrædnar skelin á bakinum, og dýrið krýpur úr haminum. Fyrstu tíðina eftir hamskiftið er jomfrúhummarin illa fyri. Hann fær ikki staðið á beinunum og fær heldur ikki nýtt nakra klógv at verja seg við. Tí noyðist hann at krógva seg í móruni á havbotninum.

Tað má hann gera í 5-­7 vikur til hann hevur fingið nýggjan ham.

Um jomfrúhummari missir ein lið ella lim, so vaksa teir aftur. 

Hetta slagið av hummara er blátt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Hetta slagið av hummara er blátt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Taskukrabbi

Taskukrabbi er eyðkendur við sínum svørtu bitklóm. Hann er størsta krabbaslagið undir Føroyum. Ryggskelin kann mála heili 30 cm, og taskukrabbin kann viga upp í 7 kilo!

Taskukrabbi livir á sandi og mórubotni av heilt grunnum vatni niður á 100 m dýpi.

Taskukrabbi og sjónotur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Taskukrabbi og sjónotur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Taskukrabbi veiðir um náttina og brúkar millum annað hárini á beinunum at tevja seg fram til fongin.

Hann etur onnur krabbadýr og skeljar. Skeljarnar knúsar hann lættliga við sterku bitklónum.

Kjafturin á taskukrabba.&nbsp;Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Kjafturin á taskukrabba. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Hannurin hjá taskukrabba er klandrutur og kann drepa aðrar hannar, um teir gerast ov naskir.

Honin gýtir um 30 milliónir rognkorn, sum hon ber undir afturkroppinum, til tey eru klakt.

Taskukrabbi er vorðin alt vanligari í Føroyum seinastu árini. 

Taskukrabbi skiftir ham.&nbsp;Sært tú gamla hamin og krabban, kanst tú undrast á, at so stórt dýr hevur ligið í so lítlum hami. Á myndini sæst tann bleyti taskukrabbin ovast og gamli hamurin hjá honum niðast.&nbsp;Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sj…

Taskukrabbi skiftir ham. Sært tú gamla hamin og krabban, kanst tú undrast á, at so stórt dýr hevur ligið í so lítlum hami. Á myndini sæst tann bleyti taskukrabbin ovast og gamli hamurin hjá honum niðast. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn