Taskukrabbi er eyðkendur við sínum svørtu bitklóm. Hann er størsta krabbaslagið undir Føroyum. Ryggskelin kann mála heili 30 cm, og taskukrabbin kann viga upp í 7 kilo!
Taskukrabbi livir á sandi og mórubotni av heilt grunnum vatni niður á 100 m dýpi.
Taskukrabbi veiðir um náttina og brúkar millum annað hárini á beinunum at tevja seg fram til fongin.
Hann etur onnur krabbadýr og skeljar. Skeljarnar knúsar hann lættliga við sterku bitklónum.
Hannurin hjá taskukrabba er klandrutur og kann drepa aðrar hannar, um teir gerast ov naskir.
Honin gýtir um 30 milliónir rognkorn, sum hon ber undir afturkroppinum, til tey eru klakt.
Taskukrabbi er vorðin alt vanligari í Føroyum seinastu árini.