Hornabrosma

6 sløg av hornabrosmu eru undir Føroyum. Hornabrosmur eru langar og eitt sindur tjúkkar.

Umframt finnuna á lippuni hava hornabrosmur horn á gronini, millum 2 - 4 horn. Tað eru hesi hornini, sum hava givið henni navnið.

Hornabrosma er vanliga í fjøruni í taranum og sjáldan djúpri enn 20 m. Hon er vanliga um 25 cm long, men verður tó upp í 45 cm. 

Blettut hornabrosma. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Blettut hornabrosma. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Blettuta hornabrosma

Blettuta hornabrosma er størsta hornabrosman. Hon verður upp í 60 cm long, men tann størsta, sum er veidd undir Føroyum, var tó minni og var 45 cm long. 

Hon er rættiliga eyðkend við. Hon er tann ‘reyðasta’ av hornabrosmunum. Hon er reyð ella reyðbrún um bakið og ljósareyð undir búkinum. Og so hevur hon stórar, myrkabrúnar blettir á høvdinum, bulinum og stertinum.

Blettuta hornabrosman er eisini at finna í fjøruni og út á 130 m dýpi.

Onkuntíð fáa fiskarnir á Sjósavninum sær sjálvir at eta. Her hevur blettuta hornabrosma tikið eitt krutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn. 

Onkuntíð fáa fiskarnir á Sjósavninum sær sjálvir at eta. Her hevur blettuta hornabrosma tikið eitt krutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.