Summastaðni á havbotninum sløðast tómar gággur og tómir kúvingar. Í summum av hesum tómu gággum og kúvingunum býr gággukrabbi.
Framkroppurin á gággukrabba er sum á hummara. Aftur kroppurin er bleytur og er altíð inni í gágguskelini.
Sum krabbin veksur, verður gágguskelin ov lítil. So fer hann úr gágguskelini at leita sær eftir størri skel.
Hesa tíðina er krabbin góður fongur hjá fiski og tí í stórum vanda.
Margføtlur at hylja seg við
Á gággukrabba vaksa ofta nógvar margføtlur. Larvan hjá margføtlu dugir nevnliga at kenna mun á, um tað er ein krabbi ella snigil, sum er í gágguni.
Hetta er hent, tí gággukrabbin flytur tær víða og dregur fong til sín og sostatt eisini til margføtlurnar.
Afturfyri hylja margføtlurnar gággukrabban og verja hann fyri krabbadýrasníkum.