Sjónota er vøkur á at líta, hon verður eisini nevnd havsins blóma. Summar hava fleiri bjartar litir, aðrar eru einlittar ella sprøklutar.
Sjónotur liva í øllum heimshøvunum av heilt grunnum vatni niður á meira enn 10.000 metra dýpi.
Anthozoa
Dýraflokkurin, sum sjónota hoyrir til, eitur anthozoa. Hetta er grikskt og merkir blómudýr (antho: blóma og zoa: dýr).
Sjónota er í ætt við hvalspýggju og korallir. Felags fyri hesar tríggjar dýrabólkarnir er tann rundi kroppurin og teir nógvu armarnir rundan um munnin.
Higartil eru 30 sløg av sjónotu funnin undir Føroyum. Støddin á teimum er ógvuliga ymisk, alt úr 2 mm í tvørmáti upp í 30 cm.
Longsta slagið um okkara leiðir er vanligur sjó-nelikur, sum kann verða hálvan metur langur.
Sjónota hevur ein fót, sum hon sýgur seg fastan í undirlagið við. Í hinum endanum á kroppinum situr muðurin, sum samstundis er got. Muðurin er umgirdur av nógvum ørmum.
Verður sjónota órógvað, dregur hon armarnar inn í kroppin og umskapast til eina hálvkúlu við einum holi í erva.
Eitrandi kyknur
Hóast tær síggja út sum blómur, eru flestu sjónotur rovdýr. Á yvirflatanum hevur sjónota notukyknur, ið eru eitrandi.
Armarnir hava serliga nógvar notukyknur, umleið 2 milliónir á hvørjum armi. Notukyknurnar lamma fongin, sum sjónotan síðan førir upp í munnin og etur.