Fáum dámar at fáa krutt á seiðabergi. Tindarnir og útsjóndin yvirhøvur gera tað heldur ljótt og ótespiligt.
Krutt er ikki eitrandi, men stingur tú teg av einum tindi, so tekur tað ofta ilt fyri seg.
Krutt hoyrir til spordrekafiskarnar eins og kongafiskur og knurrhani. Hesir fiskar eru oftast klæddir við píkum ella beinplátum um høvdið og bulin, og eru hvassir og harðir fiskar.
Øll sløg av krutti eru heldur smá. Minsta slagið, lítla krutt, verður í mesta lagi 7,4 cm langt og størsta slagið, krutt, 25 cm langt.
Fakta:
- Navn: Krutt (ulka)
- Longd: 15-25 cm
- Aldur: 10 ár
- Livistaður: í fjøruni og út á 250 m dýpi